Plaene+Med+Hus M├©Rkere

Gagnnýt jarðarinnar egnu orku.

Tann grønasta orkan. Beint úr jørðini.

Jarðhiti dugir eitt, sum aðrar burðardyggar orkukeldur ikki duga. Hann fær nevniliga gagnnýtt orku beint úr náttúruni, uttan at tær nýtist stórar, sjónligar innleggingar, sum spilla útsjónd ella útsýni á grundstykkinum.

Plaene+Med+Hus M├©Rkere

Gagnnýt jarðarinnar egnu orku.

Tann grønasta orkan. Beint úr jørðini.

Jarðhiti dugir eitt, sum aðrar burðardyggar orkukeldur ikki duga. Hann fær nevniliga gagnnýtt orku beint úr náttúruni, uttan at tær nýtist stórar, sjónligar innleggingar, sum spilla útsjónd ella útsýni á grundstykkinum.

Ein støðug orkukelda. Beint undir grasplenuni hjá tær.

Við einari jarðhitaskipan fært tú eina støðuga orkukeldu, sum gagnnýtir ta hitaorku, sum sólin leggur á goymslu í jørðini – eisini teir kaldastu mánaðirnar. Tí at hóast hitin fellur til undir frostmark, fær tann frosttrygga vætan í jarðhitaslangunum enn renna ígjøgnum, so at hon kemur upphitað aftur til pumpuna.

Tær nýtist sostatt ikki at stúra fyri, at tú situr køld ella kaldur ella noyðist at fara í bað í køldum vatni, tá ið veturin kemur í Føroyum. Í staðin fyri kanst tú seta teg væl til rættis og njóta hitan frá tínari skipan og pengasparingina á kontuni.

Soleiðis virkar ein jarðhitapumpa.

Jordvarme Illustration Til Web Fo

Frá hita í jørðini til hita heima.

Jarðhiti er eitt sera munadygt grønt og støðugt orkuslag, sum gagnnýtir og broytir hitan í tí ovasta jarðarlagnum til at hita títt hús og títt vatn.

Tað, sum verður gjørt, er, at vit grava jarðhitaslangur umleið ein metur niður. Hesar slangur eru fyltar við vætu, sum jørðin hitar – og tað er tann hitaorkan, sum verður tikin út og brúkt til at hita húsi og vatnið, sum skal brúkast inni.

Arbeiðir væl innan. Ósjónligt uttan.

Ein týðiligur munur á jarðhitapumpum og øðrum sløgum av pumpum, at tað krevjast ikki stórar, sjónligar innleggingar og íbindingar, sum órógva útsjóndina á húsinum.

Slangurnar verða jú grivnar niður í jørðina undir grasplenuni og leiða hitan beinliðis inn í skiftiskipanina í húsinum. Tær nýtist sostatt ikki at finna neyðloysnir í innrættingini uttan, tá ið tú skiftir til grøna orku.

Jarðhiti er kortini ikki endiliga tann rætta loysnin til allar bústaðir.

Tað krevst nevniliga røtt stødd av pumpu til tín bústað, bjálving, tørv og nýtslu til tess at fáa so stórt gagn av jarðhitanum sum møguligt. Harafturat krevst pláss til at grava slagurnar niður.

Ein tummilfingraregla er, at tað skal brúkast dupult so nógv av jarðhitaslangu, sum talið av fermetrum, sum skal upphitast. Tí krevur jarðhitainnleggingin vanliga eina urtagarðsstødd upp á 200-400 m2.

Í hesum sambandi skal eisini roknast uppí, at tað verða eyka útreiðslur til innlegging, um grevsturin er í urtagarði, sum longu er liðugur.

Tessvegna er jarðhitaskipan serliga væl umtókt millum tey, sum byggja nýggj hús, sum fáa hildið innleggingarkostnaðin niðri á sama støði sum aðrar hitapumpuloysnir, tí at tað er lættari at gera niðurgrevsturin saman við at urtagaðurin verður gjørdur.

Brúk fyri ráðgeving og sýning á staðnum?

Okkara sølufólk í Føroyum eru okkara partnarar í grønari orku. Tey varðveita eldhugað høg fyrisett mál og tænastu á staðnum – og tað koma alla tíðina nýggj sølufólk. Vit hava valt hesa tilgongd, tí at vit trúgva upp á, at hitapumpur og jarðhiti skula støddarmetast og innleggjast av yrkishandverkarum. Og tað byrjar alt við góðum práti og sýni í tínum bústað.

Vit taka samband,

Ja takk, eg vil fegin hoyra meira um mínar møguleikar við jarðhita.

Full sparing framá.

Ein íløga í framtíðina.

Ótryggleiki í heiminum hevur sent orkuprísirnar upp í loft, sum flest øll okkara kenna á fíggjarstøðuni.

Sostatt hendir eisini tað, at privatir húsaeigarar leita eftir orku- og veðurlagsvinarligum loysnum í staðin fyri tilfeingisfreku orkukeldurnar í húsinum.

Jarðhitaskipanir eru ein grøn og lønandi loysn, sum minkar tínar útreiðslur til hita munandi . Tað er tí at 66% av allari tínari hitanýtslu verður vunnin úr varandi orku í náttúruni, samstundis sum tú minkar umhvørvisskaðan, sum annars kemur úr lívrunnum brenniskipanum.

Hóast innleggingarkostnaðurin fyri hitapumpur er størri enn aðrar grønar loysnir, vísa hagtøl, at skipanin ofta sparir seg sjálva inn aftur upp á minni enn 10 ár. Tað er sostatt ein góð íløga fíggjarliga – og hon verður bara betri tess meira orkuprísirnir fara upp.

Skula vit hjálpa tær?

Jordvarme (2)

Vit skræddaraseyma ta røttu loysnina.

Hevur tú hug at hoyra meira um tínar møguleikar fyri jarðhita – ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við DVI sølufólkið á staðnum. Nýggj sølufólk leggjast altíð afturat í øllum Føroyum, so at tú lætt finnur fakfólk, sum standa klár við góðum ráðum og kønari leiðbeining til tín, sum vilt hava skræddaraseymaða orkuloysn frá DVI.