DVI Varmepumpe _11

Framtíðin er her.

Hitapumpan í nýggjari útgávu.

Við einari luft til vatn hitapumpu frá DVI fært tú alt tað, tú hevur brúk fyri sum eina nýmótans hátøkniliga loysn. Hitapumpan er ment við nýggjastu tøkni og eftir tíðarinnar krøvum um munagóðan, burðardyggan hita, haldføri, minstu ljóðdálking og vakurt snið.

DVI Varmepumpe _11

Framtíðin er her.

Hitapumpan í nýggjari útgávu.

Við einari luft til vatn hitapumpu frá DVI fært tú alt tað, tú hevur brúk fyri sum eina nýmótans hátøkniliga loysn. Hitapumpan er ment við nýggjastu tøkni og eftir tíðarinnar krøvum um munagóðan, burðardyggan hita, haldføri, minstu ljóðdálking og vakurt snið.

Varandi orka.

Beinleiðis úr luftini.

Ein ravmagnsrikin luft-til-vatn hitapumpa broytir hitan í luftini úti til hitaveiting inni í húsinum og til at hita vatnið.

Luft til vatn hitapumpan tekur also ókeypis hita úr útiluftini og brúkar ta orkuna til upphiting. Hon veitir 3,4-5 ferðir meira hitaorku enn tað ravmagn, hon brúkar, og tað ger, at hon ber seg og er ein burðardygg loysn fram um t.d. oljufýring, natúrgass, fýring við træ ella fjarhiti.

Úrvalsgóðska úr Danmark.

Ein hitapumpa frá DVI Energi er danskt framleidd við góðum og haldførum tilfari, sum eru serment til tað norðurlendska veðurlagið. At hitapumpan er rund ger hana bæði vakra og sera friðarliga, tí at tað sindrið av ljóði sum er, fer upp í loft heldur enn til viks.

Ein hitapumpa frá DVI Energi er góðskuvøra. Tí geva vit sjálvsagt 6 ára garanti og møguleika at keypa 2 ára hgaranti afturat.

Soleiðis virkar ein luft til vatn hitapumpa.

Luft Vand Varmepumpe Illustration Til Web Fo

Náttúran tá ið hon er best.

Luft til vatn hitapumpan brúkar hitan í útiluftini og endurnýtur hann til at hita bæði bústað og vatn. Av tí at hon klárar at flyta orku frá lítlum hita til nógvan hita, fær hon nýtt luftina sum orkukeldu til upphiting sjálvt við 20 minusstig.

Set hitapumpuna upp júst har, tú vilt.

Um vit samanbera við aðrar vørur á marknaðinum, er ein heilt stórur munur, at tú við einari DVI hitapumpu kanst velja heilt sjálv/ur, hvar uttanduraparturin skal setast.

Tað vil siga, at tú sleppur undan at seta pumpuna dygst við húsini hjá tær, og at tú kanst seta hana onkustaðni í garðinum ella á grundstykkinum, har ið minni sæst til hana.

Tað eru sjálvsagt kortini lógir og reglur um uppseting og óljóð viðv. grannamarki, sum skula haldast og har fyrilit skal takast. Um tú vilt vera vís/ur í, at tín nýggja hitapumpa frá DVI fær staðið har tú ætlar á grundstykkinum, royn so okkara smarta samvirkna amboð og kanna tínar møguleikar beinanveg.

Hvussu nógv fært tú spart við einari luft/vatn hitapumpu?

Vanliga verður sagt, at ein sparir 50% á rokningini, tá ið ein skiftir til grønari loysn, sum jarðhita ella hitapumpur.

Men tað kann vera torført at gera neyva útrokning, um ein ikki sýnar hentleikarnar heima hjá tær og fær innlit í tína núverandi nýtslu.

Vilt tú hava eina ítøkiliga útrokning ella skula vit skræddaraseyma eina loysn til júst tín bústað? Set teg so í samband við eitt av okkara dugnaligu sølufólkum í Føroyum, ella brúka oyðublaðið til samband her.

Fá samband.

Ja takk, eg vil fegin, at tit seta tykkum í samband við meg viðv. einari luft/vatn hitapumpu.

Grønt skifti.

Tínar treytir.

Gloym alt um leysasøgur, vánaligar umberingar og svikaligar millumloysnir. Við DVI fært tú alt, tær tørvar. Skræddaraseymað til tín. Undir tínum treytum.

Tað eru túsundavís av krónum at spara hvørt einasta ár, tá ið tú skiftir tína gomlu EL, gass ella oljuhitaskipan út við eina hitapumpu frá DVI. Og tað krevur hvørki snildir ella endaleysar neyðloysnir at skifta til umhvørvisvinarligar orkukeldur heima.

Við einari DVI hitapumpu fær tú nevniliga eina vøru sum:
  • Er einfalt og lætt at brúka
  • Kann stýrast á netinum við okkara SmartControl
  • Góðskar tína inniluft og tryggjar tær reint og heitt vatn
  • Ger sera lítlan gang, sjálvt tá ið pumpan er for frá
  • Kann festast hvar sum helst á grundstykkinum
  • Hevur flott og nýmótans snið, sum tú ikki sært aðrastaðni.
Ein góð íløga. Nú. Og fyri framtíðina.

Vit skilja, at tað kann kennast sum eitt stórt inntriv í pengapungin her og nú, tá ið tann gamla gassfýringin skal skiftast út við eina hitapumpu, ella tá ið jarðhiti skal leggjast inn á grundstykkinum. Men sparingin, sum kemur seinni, ger tað til eina frálíka íløgu bæði í bústaðin og pengapungin, sum frá líður.

Donsk sniðgeving. Donsk framleiðsla.

DVI -garden-by night

Nýmótans handverkarasiðvenja.

Allar okkar luft/vatn pumpur verða sniðgivnar og framleiddar í okkara egna virki í Norðurjyllandi. Vørurnar eru mentar serstakliga til tað skandinaviska veðurlagið, sum setir stór krøv til, hvat tilfar verður valt. Tí eru pumpurnar klæddar við einum góðskuhúsa, sum er úr aluminium, sum heldur ímóti saltvatni, og sum er reinsaður, grundaður og lakkeraður, so at hann heldur leingi – sjálvt niðri við sjógvin.